Aftur í dag er rættiligur vindur kring landið. Ymiskt er, hvussu illveðrið merkist kring landið, men úr Sandvík frætta vit, at tað er óvanliga nógvur vindur.
- Tað er eins nógvur vindur her í dag, sum tað var, tá ið jólaódnirnar herjaðu, sigur ein lesari hjá in.fo.
Hetta videobrotið er tikið upp í dag. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brotið.
Hevur tú eitt videobrot ella myndir, sum lýsa veðrið har tú ert? So ert tú vælkomin at senda okkum boð á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuni, In.fo.