Inter Milan og meksikanska liðið, Monterrey úr bólki E vunnu seg víðari til fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA. Argentinska, River Plate endaði við svartaperi.
Í einum rokmiklum dysti frammanfyri 45.135 áskoðarum á Lumen Field leikvøllinum í Seattle vann Inter 2-0 á River Plate, ið fekk tveir mans vístar av vøllinum. Við dystarenda bleiv veruligt rok, og menn stríddust við at skilja partarnar.
Sergio Ramos og liðfelagarnir í Monterrey gjørdu sítt við at vinna stórsigur 4-0 á japanska liðnum, Urawa Red Diamonds. Longu í steðginum var Monterrey frammanfyri 3-0.
Dysturin var á Rose Bowl leikvøllinum í Pasadena í Kalifornia. 14.312 áskoðarar vóru til dystin. 68.230 setur vóru tóm. FIFA kann bert vóna, at tað verður frægari til áttandapartsfinalurnar.
Inter MIlan vann bólkin við sjey stigum. Monterrey hevur fimm stig, og River Plate hevur fýra stig. Urawa Red Diamonds endaðu aftast við ongum stigi.
Mánakvøldið klokkan 20 spælir Inter Milan móti brasilska liðnum, Fluminense. Komandi mikumorgun klokkan tvey spælir Monterrey móti Borussia Dortmund.
Inter Milan-River Plate 2-0 (0-0)
1-0 Francesco Esposito ('72 )
2-0 Alessandro Bastoni (‘90 )
Urawa Red Diamonds-Monterrey 0-4 (0-3)
0-1 Nelson Deossa ('30 )
0-2 German Berterame ('34 )
0-3 Jesus Corona ('38 )
0-4 Nelson Deossa (‘90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Inter Milan og River Plate. Rokið aftaná dystarlok sæst eisini í samandráttinum:
##med2##
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Urawa Red Diamonds og Monterrey:
##med3##