Hvør er besti Dota-leikari? Hvør hevur brotið flest knappaborð? Hvør svevur mest, og hvør er besti kokkur?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum Jóhan Sundstein og hansara liðfelagar úr “OG” verða spurdir um hvønn annan í nýggjum videobroti.
Teir hava júst vunnið 104 milliónir krónur fyri at vinna heimsmeistaraheitið í telduspælinum Dota 2 - og nú hava teir stundir at taka sær av løttum. Tað sæst millum annað í hesum videobrotinum, sum Red Bull Gaming hevur lagt út av teimum, har teir skulu vita, hvussu væl teir kenna hvønn annan.
Tú kanst síggja videobrotið, sum er sæð næstan 600.000 ferðir, her:
##med2##