Um eina løtu skal 49 ára gamla Jórun Larsen Mørkøre á pallin at kappast um fyrsta plássið í heimsmeistarakappingini hjá Natural World Bodybuilding Federation (NWBF) í bólkinum Pro Women's Bodybuilding.
Les eisini: Í morgin kappast Jórun um heimsmeistaraheitið
Tíðin áðrenn eina slíka kapping er merkt av fyrireiking av ymsum slag. Millum annað skulu luttakarar brúnka seg við einum sokallaðum spray-tan, soleiðis at musklarnir verða meir sjónligir, tá tey standa á pallinum og kappast.
##med2##
- Hetta spray-tannið er ikki tað sama, sum tað, ið man fær á vanligum vakurleikastovum. Áðrenn eitt slíkt spray-tan verður sproytað á kroppin, mugu øll hárini á kroppinum rakast av, tí annars er vandi fyri, at klumpar koma á brúna litin, sigur Jórun Larsen Mørkøre.
Í hesum skemtiliga video brotinum stendur Jórun undir brúsuni og fær hjálp til at raka armarnar.