VIDEO: John stútaði tvey mál inn fyri Amstetten

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum SKU Amstetten-Vorvärts Steyr 3-0 (0-0)

John Frederiksen ger veruliga vart við seg í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann liðið hjá John Frederiksen, SKU Amstetten á heimavølli 3-0 á Vorvärts Steyr. Talan var um dyst í triðja umfari í næstbestu deildini.

 

John Frederiksen stútaði hegnisliga inn 2-0 og 3-0 málini. Tá 70 minuttir vóru farnir aftaná eitt gott innlegg frá Bojan Mustecic, og aftur í 81. minutti aftaná eitt hornaspark.

 

John átti eisini sín lut í fyrsta málinum tá hann stútaði bóltin inn í brotsteigin hjá Steyr, tá ein av viðleikarunum var feldur í brotsteiginum tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Staðfestast má, at John er ein sera sterkur spælari í luftini, og ein kann ikki lata vera við at hugsa um eitt møguligt eyka vápn hjá føroyska landsliðnum við innkøst og deyðbóltsstøður. 

 

John Frederiksen hevur nú skotið trý mál í trimum dystum fyri SKU Amstetten.

 

SKU Amstetten liggur næstovast í deildini við sjey stigum, tvey stig aftanfyri oddaliðið, Lustenau.

 

Komandi fríggjakvøld spælir SKU Amstetten á útivølli móti Liefering. 

 

HER  ber til at síggja málini John Frederiksen skoraði í kvøld umframt onnur hæddarpunkt frá 3-0 sigrinum hjá SKU Amstetten á Steyr.