Video: KÍ og Jóannes eru well

Her er samandrátturin frá KÍ-NSÍ

KÍ smurdi NSÍ av aftur í dag. Jóannes Bjartalíð skoraði hattrik og KÍ er aftur oddalið í føroyskum fótbólti.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Tað var stórur munur á liðunum í dag. KÍ hevði eins og í hálvfinaluni í steypakappingini lúrt NSÍ av. TAð endaði við ikki minni enn 4-0 sigri.

 

Jóannes Bjartalíð skoraði reint hattrik, áðrenn Páll A. Klettskarð slap at seta punktum við málinum til 4-0.

 

KÍ – NSÍ 4-0 (1-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð, 18. (br.)

2-0: Jóannes Bjartalíð, 60.

3-0: Jóannes Bjartalíð, 70.

4-0: Páll A. Klettskarð, 90.