VIDEO: Kaj Leo og liðfelagar fyri greiðum tapi

(VIDEO) Síggj hæddarpunktini frá Europa League undankappingardystinum Ludogorets-Valur 4-0 (2-0)

Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin í álopinum hjá íslendska meistaraliðnum, Vali, ið tapti 0-4 móti bulgarska meistaraliðnum, Ludogorets á útivølli í kvøld. 

Fyrri dysturin í Europa League undankappingini í Reykjavík endaði við javnleiki 1-1, og vann Ludogorets sostatt 5-1 samanlagt.

Valur hevði bestu løtuna allarfyrstu minuttirnar, tá teir høvdu góðar royndir á málið hjá Ludogorets, men í sjeynda minutti gera teir sjálvmál í verjuni, og tá Ludogorets økti til 2-0 um hálvan fyrra hálvleik var talan um bratta mótbrekku hjá Vali.

Móti dystarenda staðfesti heimaliðið sigurin við tveimum málum aftrat. Við føroyskum landsliðsbrillum kunnu vit tó fegnast um, at Kaj Leo í Bartalsstovu aftur fekk høvið at royna seg frá dystarbyrjan. 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ludogorets og Val: 

##med2##