VIDEO: Kaj Leo skoraði í oddadystinum

(Video) Síggj málini sum komu í dystinum Víkingur-Valur 2-1 (2-0)

Ígjár var oddadystur millum Víking Reykjavík og Val í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Kaj Leo í Bartalsstovu slapp á vøllin fyri Val tá 68 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Tá var støðan 2-0 til heimaliðið, Víking sum skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Kaj Leo at minka um munin til 2-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.

 

Úrslitið merkir, at nú hava bæði Víkingur og Valur 36 stig fyri 18 dystir. Breiðablik sum hevur 35 stig hevur spælt ein dyst færri enn Víkingur og Valur. 

 

Fyrradagin var liðið hjá landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, FH á vitjan hjá Keflavík. FH vann stórsigur 5-0. 

 

FH hevur 25 stig, og hevur fimm stig upp til KA sum er á fjórða plássinum sum kann geva atgongd til Evropa komandi kappingarár. FH og KA hava bæði leikt 17 dystir.

 

Mikukvøldið klokkan 19 tekur FH móti Keflavík. Vinna teir tann dystin eru bert tvey stig upp til fjórða plássið. 

 

Komandi leygardag tekur Valur móti Stjørnuni. Sunnudagin tekur FH móti Víkingi Reykjavík. 

 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Víking og Val: https://www.visir.is/k/3a20eed5-e35e-407e-bf9e-b9e257f24053-1629702228961

 

 

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/3a20eed5-e35e-407e-bf9e-b9e257f24053-1629702228961" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>