Kroatia vann EM-millumbólk 2, og teir fara saman við Íslandi at ferðast til Boxen í Herning, har Danmark og Týskland bíða í hálvfinalunum, ið vera leiktar fríggjadagin.
Kroatia vann í Malmö Arena 27-25 á Ungarn. Í steðginum var Ungarn á odda 15-13.
Kroatia hevði fýra toppskjúttar, ið skutu fýra mál hvør. Teir vóru Mario Šoštarić, Luka Lovre Klarica, David Mandić og Tin Lučin. Bence Imre var við sjey málum toppskjútti hjá Ungarn.
Kroatia vinnur bólkin við átta stigum, og Ísland verður nummar tvey við sjey stigum. Svøríki hevur fimm stig undan dystinum móti Sveis, men Ísland er betri innanhýsis, og tí kunnu svenskarar í besta føri røkka triðja plássinum. Slovenia hevur fýra stig, og Ungarn og Sveis hava tvey stig hvør.
HER er skráin fyri millumbólk 2:
23. januar: Ísland – Kroatia 29-30
23. januar: Sveis – Ungarn 29-29
23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35
25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32
25. januar: Ísland – Svøríki 35-27
25. januar: Sveis – Kroatia 24-28
27. januar: Sveis – Ísland 38-38
27. januar: Slovenia – Kroatia 25-29
27. januar: Svøríki – Ungarn 32-32
28. januar: Slovenia – Ísland 31-39
28. januar: Kroatia – Ungarn 27-25
28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Kroatia-Ungarn 27-25 (13-15):
##med2##











