Video: Løtan tá Sarah vann

Stemningurin var intensur í kvøld

Føroyingar eiga ein nýklæktan heimsmeistara í Sarah Mahfoud. Hon vann í kvøld sannførandi á argentinsku Brenda Carabajal, sum er undanfarni heimsmeistarin.

Tað var sera góður stemningur í høllini á Frederiksberg, har stóra boksistevnan var í kvøld.

Nógvir dystir vóru á skránni, og síðsti dysturin á kvøldinum var dysturin millum tær báðar Sarah Mahfoud á heimavølli og Brenda Carabajal. 

Sarah domineraði so at siga allan vegin ígjøgnum, og stuðulin frá áskoðarunum hoyrdist væl og virðiliga.

Tú kanst síggja stóru løtuna, tá Sarah Mahfoud vann, her niðan fyri:

##med2##