Video: Liðfelagir um hvønn annan

U21 skemt: Enska heitið er “teammates”, her er eru tað Teis og Rói

Føroyska U21 landsliðið í hondbólti er komið heim aftur, eftir at hava luttikið í HM endaspælinum í Algeria. Á túrinum hevur in.fo givið lesarunum ein sýnisglugga, sum vísir hvat hendir handa leiktjøldini.

 

Les eisini: Fyrri partur av rundferðini

 

Á einum slíkum túri sjálvandi eisini nógv skemt. Stóra bretska sjónvarpsstøðin, Sky Sports hevur fleiri ferðir roynt seg við einum innslagið, sum tey rópa “teammates”. Har fær ein ella tveir spælarar spurningar, har teir so skulu siga hvør í hópinum passar best til lýsingina.

 

Les eisini: Seinni parturin av rundferðini

 

Hesa ferð eru tað Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen úr Neistanum, sum sleppa at royna seg. Teir duga hvørtfall væl at flenna og skjóta við skørpum. Her er fyrri partur av “Liðfelagar – U21 landsliðið í hondbólti”.

 

*Vegna tekniskar trupulleikar í gjár, so er greinin og sjónbandabrotið lagt út á nyggjum í dag