Meinhard E. Olsen spældi allan dystin tá lið hansara, Mjøndalen í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann 2-0 á Frederikstad á heimavølli.
Meinhard legði við góðari sending hegnisliga upp til 1-0 málið sum Joachim Solberg skoraði tá 12 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.
Benjamin Stokke staðfesti sigurin við góðum stútara tá 63 minuttir vóru farnir av dystinum.
Mjøndalen liggur næstfremst í deildini við 10 stigum. Oddalið er Sandnes ULF við 12 stigum. Tíverri fekk Gullbrandur Øregaard onga spælitíð fyri Sandnes, ið vann 1-0 á Stabæk á útivølli.
Rógvi Baldvinsson spældi 89 minuttir í verjuni hjá Bryne, ið tapti 1-2 fyri Ranheim á heimavølli. Bryne er nummar 16 og aftast í deildini við ongum stigi.
Komandi fríggjadag klokkan 16 verður føroyingauppgerð í Mjøndalen millum Mjøndalen og Bryne, har Mjøndalen má metast at vera greiður favorittur.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Mjøndalen og Frederikstad:
##med2##