Petur Knudsen gjørdist í nátt føroyska tíð fyrsti føroyski fótbóltsleikarin at spæla ein dyst í einari amerikanskari fótbóltsdeild.
Dystur var í næstbestu amerikansku deildini millum Orange County SC og liðið hjá Peturi, El Paso Locomotive FC.
Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Petur kom á vøllin tá ein tími var spældur av dystinum.
El Paso er nummar níggju í tí sonevndu Western Conferenee í USL Championship, sum næstbesta deildin í USA nevnist við 36 stigum.
Komandi hósmorgun klokkan hálvgum fýra føroyska tíð spælir El Paso heimadyst móti Las Vegas Lights.
HER ber til at síggja ein samandrátt av fyrsta dystinum hjá Peturi Knudsen fyri El Paso. Petur hevur troyggju nummar 29, og sæst seinastu løtuna í hesum videobrotinum:
##med2##