Fyrr í vikuni skoraði Petur Knudsen síni tvey fyrstu mál í almennum dysti fyri Lyngby, tá Lyngby í donsku steypakappingini vann heili 9-0 á Østerbro IF.
Í dag skoraði Petur Knudsen sítt fyrsta mál fyri Lyngby í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hetta gjørdi Petur Knudsen tá Lyngby á heimavølli vann stórsigur 5-0 á Esbjerg. Lyngby var á odda 1-0 í steðginum. Petur kom á vøllin fyri Frederik Gytkjær tá støðan var 3-0. Tá var ein tími farin av dystinum. Bert tríggjar minuttir seinni gagnnýtti Petur eina skeiva sending hjá verjuleikara hjá Esbjerg, og setti bóltin trygt framvið málverjanum til 4-0.
Lyngby er á odda saman við Helsingør við fullum stigatali, níggju stig fyri tríggjar dystir.
Komandi leygardag spælir Lyngby á útivølli móti Hobro.
HER ber til at síggja málini sum Lyngby skoraði móti Esbjerg í dag:
##med2##