Leygardagin 12. august verður, ið hvussu er annað av teimum báðum føroyinga-liðunum i Íslandi í íslendsku steypafinaluni.
Jónas Tór Næst og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá byrjan, tá ÍBV fyrrakvøldið vann 2-1 á Stjarnuni í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini.
Dysturin var spældur á heimavøllinum hjá Stjarnuni.
Øll málini komu innanfyri 13 minuttir. Hilmar Árni Halldórsson legði Stjarnuna á odda, tá 60 minuttir vóru farnir. Seks minuttir seinni javnaði Hafsteinn Briem fyri ÍBV.
Í 73. minutti spældi Sindri Snær Magnússon Kaj Leo í Bartalsstovu hegnisliga leysan, sum rann væl avstað, og elegant sendi bóltin í málið, og harvið gjørdist gøtumaðurin sigursmálskjútti hjá ÍBV og sendi eyjamenn í steypafinaluna, sum verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 12. august.
Í dag klokkan 15 taka Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH ímóti Leiknir í hinari hálvfinaluni. Vinna Gunnar og liðfelagarnir kunnu vit gleðast um, at antin tveir ella ein føroyingur verður íslendskur steypavinnari hetta kappingarárið.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ótrúligu fríspælingina, góða forarbeiðið og skotið, sum sendi ÍBV í íslendsku steypafinaluna, umframt hini bæði málini í dystinum.
Tað er YouTube rásin "Other Football", sum hevur lagt hæddarpunktini hjá Støð 2 frá dystinum út á YouTube.