Eurohandball eru klárir við einum samandrátti frá flotta sigrinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Kiel á PSG á útivølli í EHF Champions League.
Kiel vann 34-28 við einum góðum endaspurti. Í steðginum var PSG á odda 14-13.
Elias gjørdist saman við Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel. Elias og Reinkind skutu sjey mál hvør. Elias hevði sum vant góðar fríspælingar til mál hjá viðleikarum.
Kiel er fremst í bólki A við 10 stigum fyri seks dystir. Nummar tvey er PSG við átta stigum. Teimum á baki koma Aalborg og Kielce við sjey stigum hvør.
16. november tekur Kiel móti Aalborg á heimavølli.