VIDEO: Sheriff tapti fýra dagar undan dystinum móti KÍ

(Video) Her ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Milsami-Sheriff Tiraspol 2-0 (1-0)

Komandi hóskvøld klokkan 18 spælir KÍ seinna Europa League Play Off dystin móti Sheriff Tiraspol í Transnistria. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. Samlaði vinnarin vinnur seg í bólkaspælið í Europa League. Taparin skal taka lut í bólkaspælinum í Europa Conference League.

 

Meðan KÍ vann 3-2 á EB/Streymi sunnudagin fekk Sheriff Tiraspol ikki ta bestu upptaktina til seinna dystin móti KÍ.

 

Sheriff Tiraspol tapti 0-2 (0-1) fyri Milsami í einum útidysti í bestu moldovisku fótbóltsdeildini. Talan er um fyrsta tapið hjá Sheriff í bestu moldovisku deildini hetta kappingarárið aftaná sigrar í trimum teimum fyrstu umførunum. 

 

Sigast skal tó, at Sheriff hvíldi sjey leikarar, ið spældu móti KÍ á Tórsvølli farna hóskvøld. Talan er tó um eitt heilprofessionelt lið sum hevur ein stóran hóp.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Milsami-Sheriff Tiraspol 2-0 (1-0) :

 

##med2##