VIDEO: Síggj Jóannes Bjartalíð skjóta hattrick

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Fredrikstad 2-3 (2-1)

Mynd: Fredrikstad Blad

Jóannes Bjartalíð er toppskjútti hjá Fredrikstad í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Í dag legði hann trý mál aftrat teimum átta hann hevur skotið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og er uppi á 11 málum.

 

Fredrikstad vann í dag 3-2 á Sandnes ULF á útivølli, ið hevði Gullbrand í Horni Øregaard við frá byrjan. Tað var dømt brotsspark ímóti Gullbrandi, tá Jóannes við tí seinna brotssparkinum javnaði til 2-2.

 

Horenus Tadesse legði Sandnes á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Jóannes javnaði til 1-1 tá 36 minuttir vóru leiktir. Beint undan steðginum legði Ingvald Halgunset Sandnes á odda 2-1.

 

Jóannes javnaði til 2-2 upp á brotsspark, ið Gullbrandur var orsøkin til, sambært dómaranum tá 67 minuttir vóru leiktir. Tá klokkan vísti 84 minuttir skoraði Jóannes sigursmálið við einum góðum skoti frá stuttari fjarstøðu. 

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Sandnes ULF-Fredrikstad 2-3 (2-1).

 

Fredrikstad er fremst í deildini við 60 stigum. Um KFUM Oslo, ið hevur 50 stig tapir fyri Raufoss á heimavølli í morgin er Fredrikstad staðfestur vinnari av deildini. Fredrikstad verður, ið hvussu er næstfremst og hevur tí tryggjað sær uppflyting.

 

Sandnes er nummar níggju í deildini við 34 stigum. 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad Blad