Liðið hjá Noah Mneney og Rógva Baldvinsson, Bryne spældi ígjár á útivølli móti gamla føroyingaliðnum, Sogndal í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Venjarin skifti Noah og Rógva inn frá byrjanini av seinna hálvleiki. Tá var Sogndal á odda 2-0.
Tá 76 minuttir vóru leiktir minkaði Noah við sera góðum stútara aftaná hornaspark um munin til 1-2. Talan er um fyrsta málið hjá Noah í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Abel Stensrud til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. So tað gekk framúr tá báðir føroyingarnir komu á vøllin fyri Bryne.
Bryne hevur fimm stig aftaná fýra tey fyrstu umførini. Komandi mikudag klokkan 17 verður føroyingauppgerð í Bryne. Tá tekur Bryne móti Fredrikstad, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara. Í hópinum hjá Fredrikstad eru Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sogndal-Bryne 2-2 (2-0) :
##med2##