Hóskvøld átti Óli sín lut í, at hann og liðfelagarnir í GOG vunnu ein sera týðandi útisigur í bólki B í Champions League. Á útivølli í Póllandi vann GOG 35-34 á Wisla Plock. Í steðginum var GOG á odda 16-14. Oskar Rasmussen skoraði sigursmálið í teimum allarseinastu sekundunum av dystinum.
Óli skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til seks mál.um við átta stigum.
Í bólki A vóru Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin fyri fyrsta tapinum í Champions League hetta kappingarárið. Í Trondheim Spektrum tapti Füchse Berlin 24-28 fyri Kolstad, ið var á odda 15-12 í steðginum.
Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.
HER ber til frá Eurohandball at síggja samandráttir frá dystunum hjá GOG og Füchse Berlin, ið vóru leiktir hóskvøldið:
##med2##
##med3##










