Tingmenn úr øllum flokkum at lagt fram á ting uppskot til samtyktar um rættin at veiða villini djór.
Tað eru tingmenninir Jacob Vestergaard, Høgni Hoydal, Jóhannis Joensen, Karlot Hergeirsson, Bárður á Steig Nielsen og Steffan Klein Poulsen, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um at verja rættin at veiða villini djór.
Uppskotið er soljóðandi:
Løgtingið staðfestir, at tað er grundleggjandi rættur hjá føroyingum at veiða villini djór á burðardyggan hátt, og at hetta er skipað og regulerað í serstakari løgtingslóg. Løgtingið heitir tí á landsstýrið um at leggja neyðugar lógarbroytingar fram, sum tryggja, at løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), ikki er galdandi í sambandi við veiðu av villini djórum, undir hesum løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval (Grindalógin)
Í viðmerking til uppskotið vísa teir á tað, sum seianstu tíðini er komið fram, at ein sýslumaður, grindaformenn og grindamenn, eru skuldsettir fyri brot á djóravælferðarlógina í samband við eitt grindadráp í Hvannasundi í 2024.
– Orsøkin er, at felagsskapurin Sea Shepherd meldaði ymisk viðurskiftir í samband við grindadrápið til løgregluna, undir hesum avgerðina um at goyma grindina til umstøðurnar vóru høgligar, og fólk var klárt at halda grindini til og avgreiða drápið sambært grindalógini, siga teir.
– Tað margháttliga er, at løgreglan nýtir djóravælferðarlógina í kanningararbeiðinum og ikki grindalógina. Sama er galdandi fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum nýtir djóravælferðarlógina, tá tey lýsa málið og mæla til revsingar, vísa tingmenninir á.
Teir vísa eisini á, at í grindalógini stendur í § 1, at “løgtingslógin er galdandi í øllum skeiðum, sum hoyra einum grindadrápi ella øðrum lógligum drápi av smáhvali til.
Løgtingslógin ásetur heimildir, rættindi og skyldur teirra, sum við lóg og siðvenju hava myndugleika at fyriskipa grindadráp umframt rættindi og skyldur teirra, sum eru í grind á sjógvi og landi”.
– Tá grindamenn hava verið á skeiði, sum er fyriskipað av Fiskimálaráðnum og sýslumanninum, hava grindamenn m.a. fingið upplæring í, hvussu teir skulu bera seg at í grindadrápi við atliti at grindalógini.
– Tá ið Løgtingið hevur samtykt grindalógina og aðra lóggávu um veiðu av villini djórum, og tá ið lógin um djóravælferð varð samtykt, hevur tað sostatt verið við teirri greiðu fortreyt, at lógin um djóravælferð ikki er galdandi fyri skipanina, rættindini og reguleringarnar í veiðilógum, siga teir seks tingmenninir.
– Um løgregla, ákæruvald og landsins stovnar nú nýta tulkingar av lógini um djóravælferð í sambandi við grind og aðra veiðu av villini djórum orsakað av kærum frá útlendskum felagsskapum, ið fremja herferðir ímóti grindadrápi, er bæði sjálvræðið hjá føroyingum og grundleggjandi rætturin at skipa og veiða av okkara egna tilfeingi í álvarsligum vanda.
– At viðgera veiðu av villini djórum og skipanirnar kring hesa veiðu, eins og talan var um húsdjór í stórbýum ella alidjórum í ídnaðarframleiðslu, er so burtur úr vón og viti, og greitt dømi um fremmandagerð frá náttúruni, at neyðugt er at seta mørk fyri hesi framferð beinanvegin, siga Jacob Vestergaard, Høgni Hoydal, Jóhannis Joensen, Karlot Hergeirsson, Bárður á Steig Nielsen og Steffan Klein Poulsen, sum tí fyri at beina allan iva burtur heita á landsstýrið um at broyta lóggávuna soleiðis, at tað bert er grindalógin, sum er galdandi í samband við grindadráp, og at møgulig brot skulu viðgerast við støði í grindalógini.











