Framman fyri manntómu Parkini í Keypmannahavn vunnu Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens ein sera góðan og sera týðandi 1-0 sigur á FC Keypmannahavn í dysti í donsku Superliguni í dag.
Tað var als ikki eitt úrslit sum veddingarfyritøkurnar og serfrøðingarnir høvdu mett fór at henda, og somikið søtari var sigurin hjá AC Horsens.
Avgerandi málið kom ikki fyrr enn fáar minuttir fyri tíð, tá Alexander Ludwig skoraði eftir trunkaspæl í brotsteiginum hjá FCK. Sigurin kemur væl við hjá AC Horsens, men liðið hevur enn lagt at sleppa úr niðurflytingarbólkinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FCK og AC Horsens:
##med2##
Støðan:
Nr Felag D V/U/T Mál
1. FC Midtjylland 23 19/2/2 39 - 13 59 stig
2. F.C. Keypmannahavn 24 16/2/6 41 - 27 50 stig
3. AGF 22 12/4/6 36 - 23 40 stig
4. Brøndby 24 12/3/9 44 - 34 39 stig
5. FC Nordsjælland 24 11/5/8 46 - 34 38 stig
6. AaB 24 11/4/9 41 - 29 37 stig
7. Randers FC 22 10/4/8 37 - 29 34 stig
8. Lyngby 24 9/4/11 28 - 39 31 stig
9. OB 24 8/6/10 31 - 28 30 stig
10. AC Horsens 24 8/4/12 21 - 42 28 stig
11. SønderjyskE 24 6/8/10 29 - 41 26 stig
12. Hobro IK 24 2/13/9 22 - 33 19 stig
13. Esbjerg fB 24 4/5/15 20 - 40 17 stig
14. Silkeborg IF 23 2/6/15 27 - 50 12 stig