Mikukvøldið spældu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini.
Viborg var á vitjan á Monjasa leikvøllinum í Fredericia, og eydnaðist tað viborgensarunum at vinna dystin 6-4 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Mattias bjargaði einum brotssparki, men tveir liðfelagar hjá honum, William Madsen og Adam Nygaard brendu, og reyk Fredericia sostatt úr steypakappingini. Bert tveir av fýra leikarum hjá Fredericia megnaðu at skora í brotssparkskappingini
Mattias hevði 10 bjargingar í vanligu og í longdu leiktíðini, og hann fekk klárt besta karakterin frá Soccerstand/Flashscore. Mattias fekk 8,7 (av 10).
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá áttandapartsfinaluni í Fredericia.










