Jóhan á Plógv Hansen skoraði sjey mál upp á níggju málroyndir, og Vilhelm Poulsen skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og báðir vóru noteraðir fyri eitt assist hvør, tá Jóhan og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu 34-32 (17-16) á Vilhelmi og hansara liðfeløgum í Hannover-Burgdorf.
Flensburg-Handewitt er nummar fimm í bundesliguni við 45 stigum. Hannover-Burgdorf er nummar seks við 43 stigum.
Mikukvøldið klokkan 18 taka Vilhelm og liðfelagarnir móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel í ZAG Arena høllini í Hannover. Somu klokkutíð vitja Jóhan og liðfelagarnir verandi meistararnar, Magdeburg, har Flensburg kann rætta liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin eina hjálpandi hond í meistarastríðnum.