Video: Tíggju gul og tvey reyð í Klaksvík

Dramatikkur í Klaksvík: Her sært tú báðar útvísingarnar

KÍ og Skála spældu í dag málleysan javnleik í fyrsta umfari í Effo-deildini. Dysturin bjóðaði ikki upp á teir nógv málmøguleikarnar, men tað var dramatikkur fyri allar pengarnarnar.

 

Trýst á pílin myndini fyri at síggja samandráttin

 

Ikki færri enn tvær ferðir fór dómarin, Rúni Gaardbo, í lumman eftir reyða kortinum. Fyrst fekk miðvallarin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, beinleiðis reytt kort fyri at sláa Pætur Dam Jacobsen, eftir at hesir fóru umkoll á miðjum vølli.

 

Les eisini: (Video) Her eru málini í Sarpugerði

 

Stutt fyri tíð fekk áleyparin hjá Skála, Brian Jacobsen, sítt annað gula kort, eftir at hann elti verjuspælara hjá KÍ. So mátti hann somuleiðis út, og má saman við Jákupi B. Andreasen sita uttanfyri komandi umfar.

 

KÍ – Skála 0-0