Løgreglan og bjargingarfólk hava úr at gera í morgun, nú ónd herjar um alt landið.
Í Hvannasundi fekk ein bygningur hjá Bakkafrost eitt ordans høgg fyri løtu síðani, og bjargingarmenn fóru beinan vegin á staðið í royndini at bjarga tekjuni.
Livar Nysted var staddur á keiðini í Hvannasundi, tá ið vindurin fekk fastatøkur á tekjuni.
Trýst á pílin í myndini og sí videobrot úr Hvannasundi fyri løtuni síðani.
Hevur tú okkurt videobrot, sum vísir veður og vind har tú ert, so ert tú vælkomin at senda tað til post(at)sosialurin.fo