VIDEO: Tepurt tap til Hall Hansson og AC Horsens

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-AGF 1-2 (0-1)

Hallur Hansson fekk 88 minuttir á vøllinum, og megnaði at fáa gula kortið tá lið hansara, AC Horsens á heimavølli á CASA leikvøllinum í Horsens tapti 1-2 móti AGF.

Góða løtu sá út til, at AC Horsens fór at vinna sær eitt stig, men eitt dreymamál hjá Kevin Diks hjá AGF í 85. minutti gjørdist munurin millum liðini.

AC Horsens – AGF 1-2 (0-1)
0-1 Gift Links (42.)
1-1 Nicolai Brock-Madsen (67.)
1-2 Kevin Diks (85.)

Teir í AC Horsens hava ein dyst eftir áðrenn teir skulu í jólafrí, og verður hann á heimavølli móti Brøndby komandi sunnudag. AC Horsens leikar fyrsta dystin í superliguni í 2021 fyrst í februar. 

Støðan í botninum í donsku superliguni: 

NR
6FCK12 dystir6152120119 stig
7AaB125431515019
8FC Nordsjælland124442116516
9OB114251618-214
10Vejle12 dystir4261824-614 stig
11AC Horsens12 dystir138922-136 stig
12Lyngby120391230-183

HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI FRÁ AC HORSENS-AGF 1-2 (0-1) :

##med2##