Tað eydnaðist eisini THW Kiel at vinna triðja dystin í bólki A í Champions League á útivølli móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pellister. Kiel vann dystin 23-20. Í steðginum var Kiel á odda 11-9.
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist saman við 34 ára gamla svenska stórleikaranum, Niclas Ekberg toppskjútti hjá Kiel í kvøld. Elias skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og Niclas Ekberg skoraði fimm mál upp á átta málroyndir.
Kiel er fremst í bólki B við seks stigum. Aalborg, Paris Saint Germain og Kielce hava fýra stig hvør.