The New Saints, ella TNS úr Wales, sum var mótstøðuliðið hjá B36 í Champions League undankappingini í 2015 hevur sett eitt ótrúligt met, og hevur sligið metið hjá legendariska Ajax Amsterdam liðnum við Johan Cruyff, sum í 1972 kundi hátíðarhalda, at teir høvdu vunnið 26 dystir á rað.
TNS hevur ikki gjørt mætari enn at vinna 27 dystir á rað í walisisku landskappingini, og í walisisku steypakappingini. Metið gjørdist veruleiki gamlaárskvøld, tá TNS vann 2-0 á Cefn Druids.
Í TNS eru tey glað og stolt um metið, men í felagnum undirstrika tey, at tey á ongan hátt samanbera seg við Ajax Amsterdam, sum í 1972 vann niðurlendsku heiðursdeildina, niðurlendsku steypakappingina, og Champions Cup, sum Champions League æt í hinari øldini.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina samrøðu við høvuðsvenjaran hjá TNS, Craig Harrison, sum var gjørd aftaná metið við 27 sigrum á rað var staðfest.