VIDEO: Wisla Plock leikti javnt á útivølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Radomiak Radom-Wisla Plock 1-1 (1-1)

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock leiktu í kvøld dyst á útivølli í bestu pólsku fótbóltsdeildini. 

 

Dysturin var móti Radomiak Radom, ið legði seg á odda í 28. minutti. Bert seks minuttir seinni javnaði Łukasz Sekulski til 1-1 við brotssparki. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og Wisla fekk eitt stig við sær. Hetta er fjórði dysturin á rað, at Wisla Plock fær úrtøku í einum dysti.

 

Andrias og liðfelagarnir eru triðfremst í deildini við 22 stigum. Gornik Zabrze er fremst í deildini við 26 stigum.

 

Komandi mánadag klokkan 17 hevur Wisla Plock dyst á heimavølli móti Pogon Szczecin.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Radomiak Radom-Wisla Plock 1-1 (1-1):

 

##med2##