Svenski stórleikarin hjá Manchester United, Zlatan Ibrahimovic hevur altíð verið ein kraftoriginal, uppá gott og ilt.
Tað prógvaði hann aftur jólaaftan. Tá gjørdi Zlatan ikki mætari enn at fara út í kavan í berum undirbuksum fyri at gera nakrar venjingar.
Zlatan syrgdi sjálvandi fyri, at hendingin bleiv dokumenterað og deild út á sosialu miðlarnar. Ein løgin stavnur er hann, men tað eru slíkir, sum gera tilveruna litríkari.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Zlatan gera ein "eingil" og magavenjing úti í kavanum.