TÍÐINDASKRIV:
Byggiloyvið til fríøkið við Sandá er ikki galdandi longur. Føroya Kærustovni hevur kunngjørt úrskurðin av kæruni:
"Føroya Kærustovnur hevur avgjørt at afturvísa málið til nýggja viðgerð hjá Tórshavnar Kommunu"
Kommunan hevur ikki partshoyrt grannarnar og tískil ikki hildið Fyrisitingarlógina. Málið um byggiloyvið er nú endað niðri á Vaglinum aftur og hjá borgarstjóranum Elsu Berg til nýggja viðgerð.
"Vit eru sera fegin um úrskurðin hjá Kærustovninum tí hann staðfestir, at tað nyttar hjá borgarum at gera vart við viðurskiftir, ið ikki eru farin rætt fram fyrisitingarliga. Harumframt fegnast vit um, at náttúran og Fríøkið við Sandá nú fáa nýggja politiska viðgerð á Vaglinum. Væntandi fer nýggja viðgerðin at ganga øllum teimum mongu túsund fólkunum, sum ynskja at varðveita Fríøkið, á møti" siga umboð fyri Áhugabólkin.
Áhugabólkurin savnar í løtuni undirskriftir fyri at varðveita Fríøkið við Sandá, og innsavningin heldur fram komandi vikuskiftir.