Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt sættu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur verið stórur, og aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum. Sum nakað nýtt hava vit lagt ein arbeiðsdag aftrat vikuskiftinum.
Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Tær 8 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.
##med2##
Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.
##med3##
Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er týsdagin 2. apríl á midnátt, ella tá ið einki pláss er eftir.