Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, hevur nú boðað frá, hvørjar leikarar hann fer at hava við í hópinum, sum í næstum skal royna seg ímóti ávíkavist Ísrael og Føroyum.
Og tó at ein ávís útskifting er í hópinum, nú fleiri av gomlu og kendu nøvnunum hava takkað fyri seg, so er tað kortini ein royndur hópur. Sum tað framgongur av yvirlitinum niðanfyri, so er talan í nógvum førum um kend nøvn, og at hesi umboða eitt nú Chelsea, Monaco, Barcelona, Arsenal v.m., sigur helst ikki so lítið um dygdirnar. Hópurin er hesin:
Málverjar
Fabian Barthez, Olympique Marseille
Grégory Coupet, Olympique Lyon
Verjuleikarar
Eric Abidal, Olympique Lyon
Jean-Alain Boumson, Glasgow Rangers
Patrick Evra, AS Monaco
William Gallas, Chelsea FC
Gaël Givet, AS Monaco
Bernard Mendy, Paris-SG
Sébastian Squillaci, AS Monaco
Miðvallarar
Alou Diarra, RC Lens
Ludovic Giuly, FC Barcelona
Dlaude Makelele, Chelsea FC
Benoit Pedretti, Olympique Marseille
Robert Pires, Arsenal FC
Jérome Rothen, Paris-SG
Patrick Vieira, Arsenal FC
Álopsleikarar
Djibril Cisse, Liverpool FC
Thierry Henry, Arsenal FC
Pegy Luyindula, Olympique Marseilla
David Trezeguet, Juventus