VÍF hevði í kvøld møguleikan at sláa rimarfast, at teir eiga sess í FM-finalunum í manshondbólti. Matematisku vissuna fyri hesum fingu teir eisini í kvøld, tá teir útivølli vunnu tryggan sigur á H71, sum er á triða plássi í kappingini.
Talan var fyri steðgin um sera javnan dyst, men tíðliga í seinna hálvleiki skryktu vestmenningar seg leysar. Teir vunnu seg trý mál framum, og eftir hetta fingu hoyvíkingar ongan tíð aftur fatur á oddaliðnum.
Fyri hoyvíkingar var talan um eitt nevs í stríðnum um at røkka FM-finalunum, men enn kunnu teir avgera hetta sjálvir. Eftir øllum at døma verður heilt avgerandi dysturin í so máta nú sunnudagin, tá H71 vitjar hjá Kyndli. Kyndil er í løtuni tvey stig framman fyri H71.
Á Skála spældu StÍF og KÍF. KÍF var á odda stóran part av dystinum, men eitt korter fyri leiklok komu vertirnir framum. Tað eydnaðist tó kollfirðingunum at seta ein rimmar endaspurt inn, so teir fingu bæði stigini við sær til hús.
Úrslitini:
H71-VÍF 20-26 (13-14)
StÍF-KÍF 25-27 (12-16)
Støðan
VÍF 34 stig (21 dystir)
Kyndil 29 (20)
H71 27 (20)
KÍF 19 (20)
Neistin 18 (20)
StÍF 9 (21)
Team Klaksvík 6 (20)