Eingin ivi er um, hvør stóri dysturin í kvinnudeildini er hetta umfarið. Ann verður í Vestmanna, har VB kemur á vitjan.
Tey bæði liðini hava alt árið runnið í hølunum á Neistanum og Kyndli í stríðnum um at røkka FM-finalunum, og tí var tað dyggur smeitr hjá VÍF, at tær taptu greitt móti Neistanum hóskvøldið. Tað tapið ber eisini við sær, at VÍF hevur mest sum treytaleyst krav um sigur, um tær framvegis vilja verða partur av kapprenningini í oddinum.
Hjá VB er støðan, at tær í løtuni eru eitt stig aftan fyri Kyndil. Megnar VB at vinna í Vestmanna, hanga tær tí framvegis sera væl við í oddastríðnum, og tí fara tær avgjørt ikki at geva heimaliðnum nakað fyri einki.
Tveir aðrir dystir verða eisini spældir í Hvonn-deildini í dag. Í Havn spæla Kyndil og Stjørnan, og í Klaksvík vitjar StÍF hjá Stjørnuni.
Í Vestmanna og í Havn byrja dystirnir klokkan 14.30. Í Klaksvík er fyrsta bríkslið klokkan 15.00.