VÍF heldur framvegis fast í møguleikanum at vinna Neistan og Kyndil aftur í bestu kvinnudeildini í hondbólti.
Í dag hevði VÍF vitjan av StÍF, og her vórðu gestirnir sendar avstað við ongum.
Vestmannakvinnurnar gjørdu skjótt av, tá tær fyri viku síðani høvdu vitjan av VB, og ta uppskriftina endurtóku tær í dag. Fyrstu løtuna av dystinum lupu tær avstað, og so varð mótbrekkan hjá StÍF brøtt. Tað eydnaðist tó gestunum at stríða seg aftur, men hetta kostaði nógvar kreftir, og so skoraði VÍF fýra ferðir á rað beint undan steðginum.
Eftir steðgin var alla tíðina greiður munur á, og tað endaði við tryggum sigrum til VÍF.
Sum greitt frá aðrastaðni á in.fo, vann Kyndil sín dyst móti VB, sum nú tykist vera krøkt av. Seinasti dysturin í dag var í Klaksvík, har Neistin vann tryggan sigur á Stjørnuni.
Úrslitini í dag
Kyndil-VB 26-19
Stjørnan-Neistin 20-29
VÍF-StÍF 29-21
Støðan
Neistin 23 stig (14 dystir)
Kyndil 20 (13)
VÍF 18 (14)
VB 15 (13)
StÍF 10 (13)
Stjørnan 6 (13)
Søljan 0 (12)