VÍF vann seg víðari til 3. umfar í European Cup

VÍF vann báðar dystirnar á Esch niðri í Luksemborg

Mansliðið hjá VÍF hevur verið á væleydnaðari ferð niðri í Luksemborg, har teir hava spælt tveir dystir í øðrum umfarinum í European Cup móti Esch.

 

Tað eydnaðist VÍF at vinna báðar dystirnar móti Esch.

 

Ígjár vann VÍF 31-30 (17-15), og í dag eydnaðist tað VÍF at vinna 30-28 á Esch. VÍF vinnur seg víðari til triðja umfar við einum samlaðum 61-58 sigri.

 

Í steðginum var VÍF á odda 16-12. Tað bleiv heldur spennandi tá Esch kom á odda 26-25, men tá fekk VÍF lukkutíð svara aftur og legði seg framum aftur 28-26, og samlað 59-56. 

 

VÍF-Esch 30-28 (16-12) - seinni dysturin í 2. umfarinum í European Cup - VÍF vinnur samlað 61-58.

 

VÍF: Kristoffur Bjørgvin 8, Filip Jojic 8, Andrias Eriksen 6, Hallur Arason 2, Djóni B. Nielsen 2, Eyði Bjargarson 1, Jóhannes Bjørgvin 1, Jón Müller 1, Tróndur Johsson 1. 

 

Mladen Mjerimacka hevði sambært hagtølunum eitt bjargingarprosent upp á 30,3 prosent.