Víkingur hevði 26 stig og var stórur favorittur uppi á Brekku í Leirvík ímóti HB, sum hevði 18 stig.
Úrslitið seinnapartin var 4-2 til Víking. Eftir fyrra hálvleik var støðan 2-2.
Á HB liðnum vóru frá fyrsta bríksli fleiri spælarar, sum ofta plaga at vera á listanum hjá besta liðnum – Jákup L. Thomawn, Ási Dam og Áki D. Samuelsen.
HB legði ógvusliga fyri, tí tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var HB frammanfyri 2-0. Jákup L. Thomsen legði í fyrsta minutti gestirnar á odda. Uppleggið átti Áki D. Samuelsen.
Tíggju minuttir seinni var 2-0 til HB. 17 ára gamli Jógvan Elmasson Ósá var fyri fyrstu ferð málskjútti á næstbesta HB liðnum.
HB hevði fleiri royndir ímóti heimamálinum, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna. Ellivu minuttir undan steðginum minkaði Víkingur um munin til 2-1. Málskjútti var 18 ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard, sum fyri aðru ferð í ár var millum málskjúttarnar á næstbesta liðnum.
Lítla løtu undan steðginum javnaði Víkingur. Málskjútti eftir hornaspark var Sveinur Justinussen.
Eitt korter eftir steðgin legði Víkingur seg á odda. Málskjútti var Magnus Heinason, og Rani Hansen átti uppleggið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vórðu bæði Ási Dam og Áki D. Samuelsen skiftir út av HB liðnum. Sum seinni hálvleikur leið, legði HB alt meiri fyri í roynd at javna. Tað eydnaðist ikki. Heimaliðið staðfesti 4-2 sigurin, tá ið fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina. Málskjútti var aftur Magnus, sum harvið var tvífaldur málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini hjá Magnusi, síðani hann í vetur flutti úr EB/Streymi og aftur í barndómsfelagið Uppleggið átti Aron Jarnskor Ellingsgaard.
Annan sunnudag fær Víkingur vitjan av B36, og sama dag skal HB til Sands.