Víkingarnir eru favorittar

B36 hevur knívin á barkanum í stríðnum at røkka europeiskum plássi

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið B36 seinnapartin var í Sarpugerði.

 

Einasti málið skoraði Martin Klein Joensen, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Fleiri víkingar vóru í brotsteiginum, tá ið bólturin úr høgru varð lagdur innfyri. Gunnar Vatnhamar snittaði víðari eftir fríspark úr høgru, og so vísti Martin Klein Joensen enn einaferð, at hann eigur framúr máltev. Hann var sum ein køttur yvir bóltinum og sendi hann í málið.

 

Martin hevði fleiri ferðir verið í góðum støðum, uttan at marginalirnir vóru við, men nú eydnaðist tað, og málið kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi.

 

-Vit taptu í Gundadali í landskappingini fyri stuttum, men í dag vóru vit grammari, enn vit vóru ta ferðina, og vit vóru fleiri í brotsteiginum og komu til møguleikar, sigur miðvallarin hjá Víkingi Gunnar Vatnhamar.

 

Tað var øgiliga nógv aftur og fram. B36 legði nógv fyri í royndini at javna, og tað vóru spentar støður í báðum endum. Men einki mál varð skorað aftrat, og harvið er neyðugt hjá B36 at vinna, tá ið liðini sunnudagin hittast í seinnu hálvfinaluni í Gundadali. Um tað skal eydnast B36 at vinna seg í Europa næsta summar, so er neyðugt at liðið vinnur finaluna um løgmanssteypið, tí í landskappingini endaði B36 á fimta plássi.

 

 

 

Víkingur – B36 1-0 (0-0)

 

1-0: Martin Klein Joensen 71.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson (Arnbjørn Svensson, 66.) – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen (Andreas Lava Olsen, 84.)

 

Gult kort: Atli Gregersen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Andrass Johansen, Magnus Holm Jacobsen (Hákun Edmundsson, 77.) – Martin Agnarsson (Hannes Agnarsson, 67.), Sebastian Pingel, Bjarki C. Nielsen (Andreas Thomsen, 88.)

 

Gult kort: Bjarni Petersen, Sebastian Pingel

 

Venjari: Dan Brimsvík