Tað endaði málleyst, tá ið KÍ og Víkingur í kvøld settu punktum fyri 22. umfar. KÍ varð roknað at vera stórfavorittur, meðan meistararnir í Víkingi spældu uttan tríggjar av føstu monnunum, sum vóru leikbannaðir.
Úrslitið ber við sær, at KÍ er topplið við 57 stigum. Tað eru seks stig aftur til NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn klaksvíkingar. KÍ eigur útsettan dyst á útivølli ímóti EB/Streymi. Tann dysturin verður mikukvøldið í næstu viku. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Víkingur styrkir um sína støðu á fjórða plássi. Víkingur hevur 34 stig, og B36 hevur á fimta plássi 32 stig.
At Víkingur í ikki stinnastu útgávu í kvøld megnaði javnleik í Klaksvík er staðfesting av stóra spenninginum, sum bíðar í steypafinaluni. Hon verður fríggjakvøldið 31. oktober millum KÍ og Víking.
-Hetta var spennandi og stórur intensitetur. Vit spældu okkum til nógvar støður og møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa hol á. Hetta var bæði, tí vit ikki vóru nóg kaldir, tá ið síðsta avgerðin skuldi takast, og tí víkingarnir vóru raskir, tá ið teir vardu og blokeraðu í málteiginum og eisini á málstrikuni, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við FM1 útvarpið.
-Hetta var intenst og tað gekk aftur og fram og uttan so nógvar upplagdar málmøguleikar. Teir høvdu bóltin meiri, men vit høvdu eisini okkara løtur, og tað eydnaðist væl at tað var tætt millum keturnar. Vit fóru til Klaksvíkar fyri at vinna øll stigini, og tá ið tað ikki eydnaðist, so taka vit tað eina stigið við okkum og fegnast um, at fjarstøðan til B36 er varðveitt. Og vit fingu staðfest, at vit megna at spæla upp ímóti KÍ, og tað er gott at vita undan steypafinaluni ímóti KÍ, sigur Arnbjørn Svensson miðverji hjá Víkingi.
Hóast KÍ var meiri á bóltinum og hevði fleiri støður enn gestirnir, so var tað ikki meistarasnitt yvir KÍ spælinum. Tað var ikki nóg neyvt, og tað kennist sum um, at spælararnir ikki eru heilt so væl fyri nú, sum teir vóru fyrr í summar.
Tá ið tað restaði eitt korter var Jørgen Nielsen leysur innanfyri KÍ verjuna, tá ið innskifti Deni Pavlovic steðgaði honum óregluliga. Víkingarnir vildu hava Alex Troleis at vísa reyða kortið, men dómarin metti, at talan var um gult kort.
Á sentrala miðvøllinum hevði Víkingur Ragnar Skála og Arnór Brandsson, sum ikki eiga so nógvar royndir í hesum plássunum. Teir vóru sera raskir, og tað var ongantíð soleiðis, at Hallur Hansson og Jákup B. Andreasen á sentrala KÍ miðvøllinum høvdu frið og møguleika at spæla frítt.
Sunnudagin fær KÍ vitjan av EB/Streymi, og Víkingur fær vitjan av 07 Vestur.
KÍ – Víkingur 0-0
Dómari: Alex Troleis
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Arnór Brandsson, Ragnar Skála – Sølvi Vatnhamar Jørgen Nielsen