Tá ið teir í góðveðrinum í Sarpugerði fóru at hvíla seg, vísti máltalvan 1-0 til Skála. Harvið kundi tað sæð út til, at kappingarbyrjanin hjá Víkingi fór at roynast soleiðis, sum hon so ofta hevur gjørt, og sum hevur verið orsøk til, at Víkingur ikki hevur verið við í kappingini um FM.
Tá ið Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 4-1 til Víking. Skála var sera væl skipað frá dystarbyrjan, og fyritreytirnar vórðu uppaftur betri, tá ið Edvin Jacobsen setti hol á. Geza Turi hálvbjargaði brotssparki, men Edvin var fyrstur á returbóltinum.
Víkingarnir royndu at spæla skjótt, og eftir steðgin eydnaðist tað væl. Skálamenn megnaðu ikki at fylgja við, og tað bar møguleikar við sær til heimaliðið. Andreas Lava Olsen javnaði við skoti av brotsteigarmarkinum eftir framlegging frá sera eyðsýnda Bárði J. Hansen.
Bárður J. Hansen var við í uppspælinum, tá ið Philip Djordjevic eftir lítlari løtu skoraði til 2-1 og 3-1. Í fyrra førinum var tað eftir horna í høgru og klumpspæl, og í seinna førinum var tað við fínum skoti upp um Andras Gango.
Innskifti Jákup Vatnhamar Olsen staðfesti 4-1 sigurin.
Á Argjum endaði tað 1-1 millum AB og B68. Frá dystarbyrjan hekk samanspælið betri saman hjá toftamonnum, meðan AB spældi seg til einstakar møguleikar og í tí eina førinum rakti Karstin Højgaard í stólpan aftanfyri nýggja B68 málverjan Fríða Sigurðsson.
Hóskvøldið vandi Hákun Edmundsson fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum saman við liðfeløgunum í barndómsfelagnum. Í dag setti hann hol á fyri B68. Talan var um undarliga støðu. B68 átti óbeinleiðis fríspark fimm metrar úr AB málinum. Bólturin varð trillaður til Hákun Edmundsson, sum setti hann í netið.
Toftamenn arbeiddu nógv og væl, men lítla løtu undan leikloki eydnaðist tað AB at javna, eftir at heimaliðið í góða løtu hevði roynt at leggja trýst á. Patrik Johannesen, sum er fluttur úr TB og til AB, umsetti brotsspark til mál.
B68 venjarin Páll Guðlaugsson var ikki so misnøgdur, hóast liðið hjá honum dygst undan dystarenda misti leiðsluna:
-Vit kunnu takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu. Óli H. Olsen sendi bóltin í stólpan úr eitt sindur spískum, og vit áttu at stýrt bóltin í málið eftir returin og harvið 2-0 leiðslu. Tað eydnaðist ikki, og so endaði tað javnt. Okkara spælarar vístu fínan hugburð, og eg haldi eisini, at teir spældu væl, tá ið havt verður í huga, at talan var um fyrsta dystin í ár.
AB venjarin Trygvi Mortensen var vónbrotin um, at tað ikki hevði eydnast hansara monnum at vinna fulla úrtøku:
-Vit høvdu ætlað okkum at vinna í dag. Men toftamenn vóru raskir, og at enda mugu vit staðfesta, at tað var betri at vinna eitt stig enn at standa eftir við ongum. Tá ið havt verður í huga, at talan var um fyrsta landskappingardystin í ár, so haldi eg, at spælið var á góðari leið, segði AB venjarin.
Á in.fo varð fylgt við í teimum báðum dystunum, sum vórðu spældir seinnapartin í dag:
Víkingur-Skála 4-1 (0-1)
0-1: Edvin Jacobsen
1-1: Andreas Lava Olsen
2-1: Philip Djordjevic
3-1: Philip Djordjevic
4-1: Jákup Vatnhamar Olsen
Dómari: Eiler Rasmussen
AB-B68 1-1 (0-0)
0-1: Hákun Edmundsson
1-1: Patrik Johannesen br
Dómari: Kári J. á Høvdanum
TB-KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Heðin Klakstein 30.
Dómari: Alex Troleis
TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Ragnar Joensen (Eirikur M. Ellendersen, 90.) – Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Rógvi Joensen, Kofi Appiah (Teitur Justinussen, 81.) – Hervé Din Din
Gult kort: Ndende Adama Guéye
Venjari: Robert F. Roelofsen
KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Oladele Alli, Niels Pauli Danielsen – Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Súni Olsen (Atli Danielsen, 75.), Heðin Klakstein (Ahmed Mujdragic, 75.) – Páll A. Klettskarð
Gult kort: Sørmundur Kalsø, Niels Pauli Danielsen, Súni Olsen
Reytt kort: Sørmundur Kalsø 88. (tvey gul)
B36-ÍF 4-1 (2-0)
1-0: Gestur B. Dam 8.
2-0: Jógvan Skeel Nolsøe 49.
2-1: Bogi Reinert Petersen 60.
3-1: Jógvan Skeel Nolsøe 62.
4-1: Sebastian Pingel 88.
Dómari: Lars Müller
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie (Hørður Askham, 81.), Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Benjamin Heinesen (Sebastian Pingel, 71.), Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam – Jógvan Skeel Nolsøe (Pætur Petersen, 81.)
Gult kort: Benjamin Heinesen
Venjari: Eyðun Klakstein
ÍF: Oliver Korch (Hallgrím G. Hansen, 78.) – Leivur Joensen, Bogi R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Andy Olsen (Adeshina Lawal, 74.) – Clayton Soares
Gult kort: eingin
Venjari: Jógvan Martin Olsen
NSÍ-HB 1-2 (0-1)
0-1: Ari Mohr Olsen 10.
1-1: Klæmint A. Olsen 57.
1-2: Magnus Egilsson 64.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard, 71.), Petur Knudsen, Magnus H. Olsen, (Nikolaj Køhlert, 52.), Einar Tróndargjógv -
Árni Frederiksberg (Jannik Mathias Olsen, 75.), Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: Magnus H. Olsen, Jens Joensen, Símun Rógvi Hansen, Petur Knudsen
Venjari: Anders Gerber
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen (Adrian Justinussen, 75.), Pál Mohr Joensen (Magnus Egilsson, 60.) – Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Símun Hansen, 88.)
Gult kort: Tróndur Jensen, Rókur Jespersen
Venjari: Jan C. Dam
2. umfar
Leygardagin 12. mars
Skála-B36
Sunnudagin 13. mars
KÍ-NSÍ
B68-TB
ÍF-AB
HB-Víkingur