Víkingarnir vóru á odda og so taptu teir í Íslandi

Emil Atlason var trífaldur málskjútti, tá ið íslendska Stjarnan borðreiddi væl fyri sær sjálvari undan ferðini til Klaksvíkar

Mynd: fótbolti.net

Málið hjá teimum í ferðalagnum hjá Víkingi undan dystinum í Garðabæ í kvøld ímóti Stjarnuni var, at tað framvegis skuldi vera spenningur, tá ið Víkingur um eina viku fer at eiga heimavøll í Klaksvík.

 

Stjarnan vann 3-1 eftir 1-1 í hálvleikinum. So er spurningurin, um tað fer at eydnast skilagóðu og stríðfúsu ungu monnunum í Sarpugerði saman við 40 ára gamla liðformanninum Sølva Vatnhamar at venda gongdini um eina viku, tá ið Víkingur fer at eiga heimavøll í Klaksvík.

 

Tað er komið fyri áður, at tað á heimavølli er eydnast at koppa tí á høvdið, tá ið lið eftir so at siga fyrra hálvleik hava ligið undir við tveimum málum, og víkingarnir eiga at fara á vøllin við tí hugburði, at hetta eigur at bera til.

 

Stjarnan var alla tíðina leikliga omaná, men tað var Víkingur, sum eftir eitt lítið korter legði seg á odda 1-0. Eftir horna úr høgru, sum Aron Benjaminsen tók sær av, var tað miðvallarin Arnór Brandsson, sum legði bóltin aftur fyri føturnar á Aroni, og at brotsteigarsamankomingini smekkaði hann til, og bólturin streyk inn í handaru síðu av málinum.

 

Tað sá leingi út til, at víkingarnir fóru at halda tørn um leiðsluna fram til hvíldina, men tríggjar minuttir undan steðginum javnaði Stjarnan við brotssparki, sum Emil Atlason tók sær av.

 

Emil Atlason er sonur kenda íslendska landsliðsspælaran Atla Eðvaldsson sála, sum í síni tíð millum annað var yrkisspælari í Borrusia Dortmund og fleiri øðrum týskum feløgum, og sum var venjari í fleiri íslendskum feløgum og eisini landsliðsvenjari.

 

Eftir steðgin skoraði Stjarnan tvey mál aftrat, og í báðum førum var tað Emil Atlason, sum var málskjútti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði hann til 2-1, og 12 minuttur undan leikloki umsetti hann aftur brotsspark til mál og 3-1 sigur.

 

 

 

Mynd: fótbolti.net