Víkingur er steypavinnari fyri 6. ferð

Í kvøld vendi alt upp hjá Víkingi, sum fyri seks árum síðani vendi niður

Bárður á Steig Nielsen løgmaður hevur handað Sølva Vatnhamar, sum í kvøld var liðformaður hjá Víkingi, løgmanssteypið.

 

Hetta er sætta ferðin, at Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið. Fyrsta ferðin var í 2009, og síðani hevur Víkingur vunnið løgmanssteypið í 2012, 2013, 2014 og 2015. Víkingur hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá ið víkingarnir hava verið í steypafinaluni. Bæði  í 2019 og 2020 tapti Víkingur ímóti HB, sum vann ávikavíst 3-1 og 2-0.

 

Í 2016 var finalan millum KÍ og Víking. Tá endaði tað við brotssparkskapping, sum KÍ vann. Ta ferðina var øgiligur fagnaður í myrkabláu leguni, meðan tey í ljósabláu leguni vóru vónbrotin. Í kvøld er alt koppað á høvdið. KÍ fjøldin er vónbrotin á veg til hús, meðan tey úr Eysturkommunu ikki hava nakran skund og gleða seg til heimferðina og heimkomuna.

 

-Hetta er ein sigur fyri felagsskapin í Eysturkommun, staðfesti Víkinga venjarin Johan Petur Poulsen og vísti út til fjeppararnar hjá Víkingi, sum ovurfegnir fegnast um sigurin.

 

KÍ er meistari og eigur besta liðið í ár. Í kvøld var Víkingur omaná og vann finaluna um løgmanssteypið.