Í dag var Víkingur á heimavølli uppi á Brekku í Leirvík. Mótstøðuliðið var B36, sum fór suður aftur við 1-0 tapi. Hetta var triði dystur hjá B36 í ár. Úrtøkan er 3-1 heimasigur ímóti EB/Streymi, 2-1 heimatap ímóti B71 og so í dag 1-0 tap á útivølli ímóti Víkingi.
Hetta var triði sigur hjá Víkingi, sum hevur fulla úrtøku og er topplið.
Málið í dag skoraði Tonni J. Thomsen, sum er aftur í barndómafelagnum, eftir at hann fýra tey seinastu árini hevur verið á Toftum og besta B68 liðnum.
Einasta málið varð skorað, tá ið eitt korter var eftir. B36 málverjin royndi at sparka burtur, men ólukkutíð fyri hann og B36, so rakti bólturin í Tonni J. Thomsen og fór so beinleiðis í málið. Hetta var fjórða málið hjá Tonni J. Thomsen í næstbestu deildini í ár, og hann er ovast á máltindinum.
Blaðunga B36 liðið var heilt væl við í fyrra hálvleiki, meðan heimaliðið hevði greiða yvirvág eftir steðgin, tá ið Víkingur hevði nógvar royndir á og framvið málinum hjá B36.
Næsti dystur hjá Víkingi verður grannauppgerð á heimavølli ímóti teimum bestu hjá NSÍ.
Næsti dystur hjá B36 verður á Skála.