Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu oddadystin móti KR í bólki 3 í sonevndu Liga Cup kappingini, ið kann samanberast við okkara egnu VFF Cup kapping. Dysturin endaði við 1-0 sigri til Víking.
KR og Víkingur Reykjavík hava sjey stig hvør í bólki 3, bæði fyri fýra dystir. Njarðvík er triðfremst við fimm stigum.
Fyrsti kappingardysturin hjá Víkingi verður leiktur 29. mars. Tá spæla teir sum verandi meistarar stórsteypadyst móti steypavinnarunum, Vestri.
Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir Víkingur hálvfinalu í Reykjavíkar-kappingini móti Þrótti.










