Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu í kvøld dyst á útivølli móti Fram í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist fram at vinna tað, sum sambært Morgunblaðnum var ein tepur og harðvunnin 1-0 sigur.
Erlingur Agnarsson skoraði sigursmálið í 64. minutti.
Víkingur er saman við Breiðablik og KR fremst í deildini við seks stigum.
Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 taka Gunnar og liðfelagarnir móti Patriki Johannesen og liðfeløgunum í Breiðablik á heimavølli.