Víkingur Reykjavík vann toppdystin á Ísafirði

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru fremst

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkinga Reykjavík aftaná langa ferð spældu dyst á útivølli móti Vestra á Ísafirði.

 

Tað var vert ferðina, tí Víkingur vann dystin 1-0 við máli, ið Viktor Örlygur Andrason skoraði í 28. minutti. 

 

Víkingur hevði væl meira málroyndir enn Vestri, og vann tí ein uppibornan sigur.

 

Víkingur er fremst í deildini við 20 stigum fyri níggju dystir.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur aftur toppdyst. Tá var talan um dyst á útivølli móti Breiðablik.