Klokkan 17. 30 fer Árni Brandsson Petersen at bríksla fyri fyrstu ferð í góðveðrinum í Hoyvík, har FC Hoyvík á Hoyvíksvølli, sum tað eitur, hevur vitjan av toppliðnum Víkingi, sum hevur vunnið 19 ferðir á rað í landskappingini.
FC Hoyvík er botnlið í næstbestu deildini, og venjari hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen hevur skift meiri enn helmingin av liðnum út, sum sunnudagin vann 5-0 á heimavølli ímóti B36.
Í málinum í kvøld er Hans Jákup Arngrímsson. 20 ára gamli gøtumaðurin fer í kvøld fyri fyrstu ferð yvirhøvur at verja málið á besta liðnum í formellum kappingardysti. Hann er málverji á liðnum hjá Víkingi í fyrstu deild og so eykamálverji hjá Bárði á Reynatrøð, sum í kvøld situr á beinkinum hjá Víkingi.
Ingi Jonhardsson er skaddur, Bergur Gregersen er burturstaddur, og umframt Bárð á Reynatrøð eru Atli Gregersen, Jákup Johansen og Finnur Justinussen ikki millum teir fyrstu ellivu í Hoyvík í kvøld.
Umframt Hans Jákup Arngrímsson er Jónatan Lervig fyri fyrstu ferð á besta liðnum í kvøld.
Liðið hjá Víkingi í Hoyvík í kvøld er mannað við hesum spælarunum:
Hans Jákup Arngrímsson – Signar á Brúnni, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Jónatan Lervig – Géza Dávid Turi, Árni Nóa Atlason – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Páll Eirik Djurhuus – Martin Klein Joensen