Víkingur og ÍF hava nú spælt sínar tríggjar innanhýsis dystir í Betrideildini hetta kappingarárið.
Sum so mangan áður var Víkingur omaná í samlaða roknistykkinum. Hesaferð við fullum poti, níggju stigum í teimum trimum innanhýsis dystunum.
Víkingur vann tveir stórsigrar, 7-1 og 5-0 á ÍF. Men í tí fyrsta dystinum millum liðini var um reppið, at ÍF knógvaði ein góðan javnleik í Fløtugerði, men heilt móti dystarenda tryggjaði Víkingur sær ein 1-0 sigur, tá Géza David Turi skoraði sítt fyrsta mál fyri Víking í Betrideildini.
ÍF-Víkingur 0-1 (0-0) - 8. apríl
Víkingur-ÍF 5-0 (2-0) - 25. juni
ÍF-Víkingur 1-7 (1-4) - 27. august
Kelda: FaroeSoccer